Tíðindi

Tíðindi

Fund við Johnsen í Grenå

TíðindiPosted by Símun á Høvdanum Saturday, May 17 2008 06:32:18

Mikudagin tann 14. mai, var eg á fund við Johnsen í Grenå. Teir gera alt innan reklamu og reklamuartiklar.

Eg eri komin at kenna Finn Kock ígjøgnum Elisabeth Akursmørk, Finn er nærum granni hjá Elisabeth, har er bert eitt hús ímillum. Hann er sølumaður hjá Johnsen og var tað eisini hann, sum fekk fundin ílag við Sp/f Klips og Johnsen.

Stjórin og eigarin av Johnsen, Steen Johnsen, vísti mær alla fyritøkuna og vóru vit í hvørjum króki. Ikki allastaðni slapp man at taka myndir, men nakrar myndir blivu tó tiknar, hygg undir Billeder. Steen forkláraði mær, hvat teir vóru førir fyri at bjóða kundunum í Føroyum og fevndi teir sera víða um. Har var sera nógv áhugavert at síggja og ivist eg onga løtu í, at sølan til Føroyar verður stór.

Aftaná høvdu vit ein fund og heilsa bleiv uppá sølustjóran Pia Jepsen, sølustjóran innan papirindustri Heinz Hofer, projektleiðaran Susanne Berring Kjær og stjóran innan reklamuartiklar Steen Olsen.

Takk fyri Finn Kock og Steen Johnsen.

  • Comments(1)//tidindi.simun.dk/#post65