Tíðindi

Tíðindi

Fund við www.tranbjerg.dk

TíðindiPosted by Símun á Høvdanum Friday, May 09 2008 09:33:02

Í vikuni havi eg havt fund við portalin www.tranbjerg.dk. Teir vilja hava meg við í teirra Team og hjálpa teimum við teirra nýggja portal. Løgið nokk, halda teir at eg eri eitt stórt aktiv fyri býin :) :) :). Gott teir ikki kenna meg smiley.

Tað var Webmaster og nevndarlimurin Metin Aydin, sum kom á vitjan í Tranbjergvej 37. Vit tosaðu um, hvussu vit kunnu fáa vanligu borgarnar í Tranbjerg, at vera meira áhugaði í býnum og hvussu vit best kundi upplýsa borgarnar í Tranbjerg, hvat hendir í býnum, hvat vit hava at bjóða framm osv....´

Sera áhugaverdur fundur og segði eg við Metin, at eg skuldi nokk hjálpa teimum. Kanska mín tíð á Norðlýsinum, kemur til nyttu her, nú eg skal vera lokalir í Tranbjerg.

Havi longu innlegg á portalinum, hygg www.tranbjerg.dk.

  • Comments(0)//tidindi.simun.dk/#post64