Tíðindi

Tíðindi

Balslev selt

TíðindiPosted by Símun á Høvdanum Sunday, May 04 2008 08:58:56

Blog Image

Ein tann elsta fyritøkan í Føroyum, Balslev, er nú seld. Hetta blivu starvsfólkini í Balslev kunnaði um tann 30. apríl. Tað er danska fyritøkan Byggma, sum hevur keypt Balslev.

Bygma er ein stór fyritøka við 47 handlum við timbri, byggtilfari og amboðum kring alt Danmark, og í fyritøkuni starvast eini 1.350 fólk.
Við sínum gott og væl hundrað árum á baki telist Balslev, sum nú skiftir eigara, millum landsins elstu fyritøkur. Talan er eisini um eina fíggjarliga sera sterka fyritøku, ið nú verður seld. Við árslok 2006 hevði Balslev ein eginpening, sum var góðar 57 milliónir krónur. Fíggarstøðan hjá Balslev javnvigaði við árslok 2006 við 92 milliónum krónum. Eini 40 fólk starvast til dagligt hjá Balslev, og hesi fingu fyri løtu síðani at vita, at fyribils verða ongar broytingar gjørdar í bygnaðinum í fyritøkuni.

Kelda Dimmalætting.

  • Comments(0)//tidindi.simun.dk/#post61