Tíðindi

Tíðindi

Sølufund hjá Lauridsen Handel - Import

TíðindiPosted by Símun á Høvdanum Wednesday, April 23 2008 10:03:21

Týsdagin var eg á sølufundi hjá Lauridsen Handel - Import í Varde www.lauridsen-hi.dk. Tað tók umleið 1½ tíma at koyra frá Århus til Varde. Koyritúrurin var stak góðir, sera vakurt veður, har sólin skein oman og niðan :) :) :).

Stjórin Niels Arne Lauridsen tók ímótir og var hann sera blíður. Fyrst fingu vit okkum kaffi og eitt hugnaligt prát. Aftaná gjøgnumgingu vit teirra stóra vørukatalog og vørur, har dentur var lagdir á, hvat vit hildu hevði áhuga í Føroyum. Tit fáa stóra vørukatalogi, tá ið komi á vitjan í viku 29-30. Annars vera fleiri nýggjheitir at síggja á heimasíðuni www.simun.dk.

Nógvar av vørunum hjá Lauridsen Handel - Import hava stóran áhuga í Føroyum og ætla vit at økja søluna til Føroyar munandi.

Aftaná gjøgnumgongdina av kataloginum vísti Niels Arne mær runt í snotuligu hølunum hjá teimum, bæði á verkstaðnum, lagrinum, uttandura lagrinum, skrivstovunum og til endast heilsaði eg uppá øll arbeiðsfólkini, har Niels Arne upplýstið arbeiðsfólkunum, at eg var teirra nýggju seljari í Føroyum.

Tað vera tríggir, sum fara at taka sær av søluni til Føroyar, teir eru: Símun á Høvdanum, Thomas og Niels Arne Lauridsen. Møguleikin er at keypa beinleiðis (bert handlar) og keypa frá mær. Vit selja ikki til privat fólk.

Byrjað verður við toppringunum, reparatións asfalt og "Tætningssystemer til rør og brønde", men hava tit ynskir um aðrar vørur, eru tit vælkomin at koma við fyrispurningum!!!!

Størsti sølubólkurin hjá tykkum verður væntandi Kommunan, betongvirkir og hondverkarnir.

  • Comments(0)//tidindi.simun.dk/#post59