Tíðindi

Tíðindi

Ruko piller Lås af markedet

TíðindiPosted by Símun á Høvdanum Thursday, October 09 2008 16:23:18

Blog Image

Hendan greinin stóð í BT tann 09.10.

Danmarks største låseproducent piller lås af markedet efter videoklip afslører, hvordan hoveddøren kan åbnes på et minut. Folk bør spørge sin låsesmed, siger producent til B.T.

Et videoklip som viser, hvordan man på et øjeblik kan bryde ind i flere tusinde danskeres hjem, får nu den danske låseproducent Ruko til at pille en lås af det danske marked.

Næsten alle danskere har en Ruko-lås i deres hoveddør.

Låsetypen blev i forgårs pillet af markedet efter at et klip på videosiden Youtube har afsløret, hvordan man på et minut, kan bryde ind hos de flere tusinde danskere, der har låsesystemet Asso 2000 i sin hoveddør.

- Vi har netop skrevet ud til landets låsesmede og meddelt, at de skal pille låsen af hylderne til, at vi har en opdateret og sikker udgave på markedet inden udgangen af oktober, siger markedschef Ruben Raun fra Ruko.

Låsesystemet ASSO 2000 er lavet af Rukos svenske moderselskab Assa Abloy og er som sagt i hoveddøren hos nogle tusinde danskere.

- Så hvis man er tyv skal være ualmindeligt heldig, hvis man skal støde på et hjem med sådan en lås, siger Ruben Raun.

Jeg søgte på Youtube og fandt flere videoer, hvor folk viste hvordan man kunne dirke ind i Ruko-låse. Hvordan har I det med det?

- Det bryder vi os ikke om. Der er ingen grund til at sprede det. Det er lige som at fortælle terrorister, hvordan man kan lave en bombe ud af gødning.

Hvordan skal danskere sikre sig, at de har en sikker lås?

- Jeg synes da, at man skal spørge sin låsesmed. Halvdelen af alle danske villaejere bor jo i et hjem, hvor de har Ruko-låse med runde hoveder - og dem bør folk skifte ud. For den slags kan ofte åbnes med de såkaldte bankenøgler, der desværre sælges i visse kriminelle miljøer; siger han.

  • Comments(0)//tidindi.simun.dk/#post68

www.johnsen.dk til Føroyar!!!!

TíðindiPosted by Símun á Høvdanum Wednesday, July 09 2008 05:35:59

Tann 1. juli skrivaði stjórin í Johnsen a/s Steen Johnsen undir samstarvsavtalu við Sp/f Klips. Hesin sáttmálin líkist teimum undanfarnu og skal Sp/f Klips standa fyri allari søluni av reklamuartiklum í Føroyum. Johnsen heldur til í Grenå og var teirra umsetningur ímillum 50 - 100 milliónir í 2007, so hetta er ein risa fyritøka. Teir eru sterkast innan fløgg og eru størst í øllum skandinavia innan tað framleiðsluna. Hava tit fyrispurningar viðv. reklamum, papír, plákatir, bannara, katalog, fløgg o.a., so eru tit vælkomin at seta tykkum ísamband við okkum.

  • Comments(0)//tidindi.simun.dk/#post67

Sølufund við Otto Schachner

TíðindiPosted by Símun á Høvdanum Saturday, May 17 2008 06:43:57

Mikudagin 14. mai var stjórin í Otto Schachner Jan Lund og vitjaði meg í Tranbjerg.

Vit fundaðust um søluna til Føroyar og var hann stak væl nøgdir við mín innsats. Eg hevði økt søluna við nærum 20 procentum fyri 2007 og tað fekk eg rós fyri.

Tað er ikki altíð ein fær rós smiley frá einum stjóra. Tað kundi tit lært nakað av í Føroyum. Rós arbeiðsfólkunum og vit gera ein ekstra innsats.

Vit tosaðu um, at Otto Schachner skuldi oftari koma við søluátøkum til Føroyar og at eg møguliga sjálvir skuldi seta søluátøkini (kampagner) upp. Annars kemur eitt nýtt katalog og nýggjur príslisti um góðar 14. dagar. Tit frættað meira um tað seinni.

  • Comments(0)//tidindi.simun.dk/#post66

Fund við Johnsen í Grenå

TíðindiPosted by Símun á Høvdanum Saturday, May 17 2008 06:32:18

Mikudagin tann 14. mai, var eg á fund við Johnsen í Grenå. Teir gera alt innan reklamu og reklamuartiklar.

Eg eri komin at kenna Finn Kock ígjøgnum Elisabeth Akursmørk, Finn er nærum granni hjá Elisabeth, har er bert eitt hús ímillum. Hann er sølumaður hjá Johnsen og var tað eisini hann, sum fekk fundin ílag við Sp/f Klips og Johnsen.

Stjórin og eigarin av Johnsen, Steen Johnsen, vísti mær alla fyritøkuna og vóru vit í hvørjum króki. Ikki allastaðni slapp man at taka myndir, men nakrar myndir blivu tó tiknar, hygg undir Billeder. Steen forkláraði mær, hvat teir vóru førir fyri at bjóða kundunum í Føroyum og fevndi teir sera víða um. Har var sera nógv áhugavert at síggja og ivist eg onga løtu í, at sølan til Føroyar verður stór.

Aftaná høvdu vit ein fund og heilsa bleiv uppá sølustjóran Pia Jepsen, sølustjóran innan papirindustri Heinz Hofer, projektleiðaran Susanne Berring Kjær og stjóran innan reklamuartiklar Steen Olsen.

Takk fyri Finn Kock og Steen Johnsen.

  • Comments(1)//tidindi.simun.dk/#post65

Fund við www.tranbjerg.dk

TíðindiPosted by Símun á Høvdanum Friday, May 09 2008 09:33:02

Í vikuni havi eg havt fund við portalin www.tranbjerg.dk. Teir vilja hava meg við í teirra Team og hjálpa teimum við teirra nýggja portal. Løgið nokk, halda teir at eg eri eitt stórt aktiv fyri býin :) :) :). Gott teir ikki kenna meg smiley.

Tað var Webmaster og nevndarlimurin Metin Aydin, sum kom á vitjan í Tranbjergvej 37. Vit tosaðu um, hvussu vit kunnu fáa vanligu borgarnar í Tranbjerg, at vera meira áhugaði í býnum og hvussu vit best kundi upplýsa borgarnar í Tranbjerg, hvat hendir í býnum, hvat vit hava at bjóða framm osv....´

Sera áhugaverdur fundur og segði eg við Metin, at eg skuldi nokk hjálpa teimum. Kanska mín tíð á Norðlýsinum, kemur til nyttu her, nú eg skal vera lokalir í Tranbjerg.

Havi longu innlegg á portalinum, hygg www.tranbjerg.dk.

  • Comments(0)//tidindi.simun.dk/#post64

Fund við Scan Plast

TíðindiPosted by Símun á Høvdanum Wednesday, May 07 2008 08:14:41

Í síðstu viku hevði eg fund við Scan Plast. Eg fundaðist við stjóran Frank om sølu til Føroyar. Teir vóru í holt við eitt nýtt katalog og tá ið tað verður klárt, verður farið ígongd við sølu til Føroyar. Fleiri Timburhandlar eru byrjaðir at keypa frá Scan Plast, eitt nú hava fleiri keypt sepptangar og kloakrør eru keypt frá Scan Plast.

  • Comments(0)//tidindi.simun.dk/#post63

Heimasíðan nógv vitja

TíðindiPosted by Símun á Høvdanum Tuesday, May 06 2008 15:47:04

Heimasíðan hjá Sp/f Klips var nógv vitja í apríl mánaðinum. Heili 2.658 høvdu klikka seg inn á síðuna og tað er met, gamla meti var 2.410 vitjandi. Deiligt og nú eru tað eisini fleiri av teimum donsku fyritøkunum, sum vilja lýsa á síðuni. Lýsingarprísurin er 1.500,00 kr. um árið:

Blog Image

  • Comments(0)//tidindi.simun.dk/#post62

Balslev selt

TíðindiPosted by Símun á Høvdanum Sunday, May 04 2008 08:58:56

Blog Image

Ein tann elsta fyritøkan í Føroyum, Balslev, er nú seld. Hetta blivu starvsfólkini í Balslev kunnaði um tann 30. apríl. Tað er danska fyritøkan Byggma, sum hevur keypt Balslev.

Bygma er ein stór fyritøka við 47 handlum við timbri, byggtilfari og amboðum kring alt Danmark, og í fyritøkuni starvast eini 1.350 fólk.
Við sínum gott og væl hundrað árum á baki telist Balslev, sum nú skiftir eigara, millum landsins elstu fyritøkur. Talan er eisini um eina fíggjarliga sera sterka fyritøku, ið nú verður seld. Við árslok 2006 hevði Balslev ein eginpening, sum var góðar 57 milliónir krónur. Fíggarstøðan hjá Balslev javnvigaði við árslok 2006 við 92 milliónum krónum. Eini 40 fólk starvast til dagligt hjá Balslev, og hesi fingu fyri løtu síðani at vita, at fyribils verða ongar broytingar gjørdar í bygnaðinum í fyritøkuni.

Kelda Dimmalætting.

  • Comments(0)//tidindi.simun.dk/#post61
Next »